Løgtingsvalið nú 1.september er tað mest umráðandi valið fyri føroyingar í nýggjari tíð.
Fiskivinnan á einum vegamóti
Fiskivinnan hevur livað í óvissu í mong ár, og eru nú øll loyvir uppsøgd og fella til landið um tvey ár. Her hevur nú sitandi samgonga ikki megnað at sett út í kortið, hvussu hetta skal gerast. Vinnan hevur krympa tær hvørt einasta ár, og landsstýrismaðurin hevur tikið støðu til, hvør skal fáa hvat. Tað kann ikki vera nakar ivi um, at tað er politisk ábyrgd at tryggja høvuðsvinnu okkara tryggar og kendar umstøður at virka undir, bæði í dag og í næstum.
Hvat hendur við ríkidømi Føroya? Skal tað gagnast øllum her á landi, ella eru tað bara tey fáu, ið skulu ríka seg upp? Hvat vil Føroya fólk? Fiskivinnan er helvtin av føroyska búskapinum, tað er ikki annað enn hóskandi, at samfelag okkara fær eitt rímiligt avkast fyri okkara ríkidømi.
Um vit ikki gera nakað, kunnu avleiðingarnar fáa avgerandi týdning fyri okkara framtíð. Allar ognir fella á hendurnar hjá teimum fáa, har helvtin er útlendingar. Um nøkur ár eru tað bara heilt fáir aktørar á føroyska marknaðinum. Bankar, heilsølur, handlar, framleiðslu og tænastuvirksemi í Føroyum, fellur í hendurnar hjá teimum fáu. Hetta er ein møguligur veruleiki.
Í valskránni, sum Framsókn hevur sent hvørjum húsarhaldi í landinum, verður gjørt greitt at Framsókn fer at tryggja at broytingarnar komandi árini, henda eftir einum skipaðum leisti, sum allir partar kunnu kenna seg tryggar við. Vit mugu vísa dirvi og gera neyðugu broytingar í okkara fiskivinnu!
Hvat vilja vit við heilsuverk okkara? Skal tilvildin ráða?
Vit hava allar fortreytir, at skipa føroyska heilsuverkið til eitt tað mest framkomna. Hetta er fyrst og fremst dugnaligum heilsustarvsfólki og læknum at takka, men tað krevur eina nýskipan við røttum raðfestingum og ítøkiligum langtíðarætlanum. Vit eiga at tryggja eina sterka kjarnu í heilsuverkinum.
Eisini á hesum økinum, mugu vit virka og seta ígongd alt fyri eitt. Vit kunnu ikki bíða. Vit hava eitt veikt heilsuverk við væntandi fígging. Tekini til at okkara heilsuverk er í kreppu síggjast longu nú og hava verið sjónlig leingi. Starvsfólk gevast, bæði sjúkrarøktarfrøðingar og læknar fara til eitt nú Noregs at arbeiða, ímeðan heilsuverkið rópar eftir serlæknum. Her eiga onkrar klokkur at ringja. Her er okkurt sum ikki er rætt. Taka vit ikki hond um trupulleikan vil hann bert gerast enn meira álvarsamur. Lurta vit eftir serfrøðini, so koma vit at mangla enn fleiri serlæknar um nøkur fá ár.
Ríkisfelagsskapurin á vegamóti?
Ríkisfelagsskapurin hevur í seinastuni verið undir trýsti, tí Danmark sum limur í ES, lat sínar havnir aftur fyri føroyskum skipum, tá ES setti handilstiltøk í verk móti Føroyum undir silda- og makrelstríðnum. Hvussu hóskar ríkisfelagsskapurin til dagsins viðurskiftir, og hvat gerast skal við hann?
Løgtingið eigur at samtykkja Stjórnarskipan Føroya. Hon er grundarlag undir stýri og fyriskipan okkara, ið skal tryggja frælsi, trygd og trivna. Føroyar verða skipaðar eftir nútíðar tørvi á siðarv okkara við fólkaræði, løgræði, rættindum og skyldum.
Arbeiði við at smíða eina nýggja stjórnarskipan hevur staði á í fleiri ár. Tíanverri er hetta mál ongantíð komi til atkvøðu í løgtinginum. Stjórnarskipan Føroya má raðfestast í komandi samgongu.
Tað er nú!
Vit hava møguleikan at velja framtíð Føroya nú! Lati okkum steðga núverandi gongd, lati okkum velja broyting!
Set tín kross við Framsókn týsdagin 1.september.
Vit hava dirvi at taka neyðugu avgerðirnar!
Rúni Sundberg Patursson
Valevni hjá Framsókn
Frælsi, at røkka longur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald