
Vit hava frætt frá líniskipinum Eivind í morgun, Jan Vang, skipari á Eivind sigur, at nú er øll kvotan, sum línuskipini áttu á Flemish Cap í ár, fiskað.
Eivind hevur sett kós móti Føroyum, teir hava 160-165 tons av heysaðum/frystum toski í lanstini, Jan Vang sigur, at um tað gongur væl, so verða teir heima um eina viku.'
Eivind landaði fyrra túrin í Saint Pierre, teir landaðu 29 og 30 januar, tá høvdu teir 220 tons, so tilsamans hevur Eivind fiskað útvið 385 tons á Flemish Cap í ár.
??got og Klakkur fóru at sigla í gjár, og Kambur fór at sigla fyrr í vikuni.
Vit skrivaðu í gjár, at trolararnir Brestir og Sjagaklettur vóru farnir avstað, teir skulu yvir á Flemish Cap, at fiskað kvotuna, sum trolararnir eiga har yviri, væntandi koma teir á fiskileið miðskeiðis í komandi viku.
Les um Kamb - HER.
Les um ??got - HER.
Les um Klakk - HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald