Um vikuskiftið var Havnar Dartfelag vertur fyri seinastu innleiðandi FM kappingini í dart, spenningurin var øðiligur, serliga á mannfólkasíðuni, um hvør kom inn ímillum teir 32 bestu , sum krevst fyri at sleppa við til stóra FM brakið í Skopun 1 apríl.
Í fyrru kappingini sá ein beinanvegin, at okkurt yvirraskilsi kundi koma. Petur Thomsen, sum saman við Remy G Hansen hava verið einaráðandi í ár, var í trubuleikum í bólkaspælinum og kom akkurát í A bólkin ímóti einum væl leikandi Høgna Nielsen úr HDF.
Tá komið var fram til fyrstu cup dystirnar reyk so Petur út fyri Niels Thomsen úr HDF. Niels hevur verið við í dart í fleiri ár og øll í dartheiminum vita at hann kann gott spæla dart, men at taka Petur beinanvegin høvdu tey flestu ikki vænta.
Í øðrum dysti var lokal uppgerð í Klaksvík ímillum Boga Isaksen ið hevur verið í toppinum í alt ár og Kristian Joensen, Kristian yvirraskaði til næstseinastu kapping á Toftum, við at fáa gull í B bólkinum og bronsu í cup kappingini, so har lúrdi ein spennandi dystur og soleiðis var eisini. Kristian vann spennandi lokal uppgerðina 4-3
Tá komið var fram til hálvfinalurnar kom Niels aftur í satt ódnarveður, yvirfyri honum stóð Remy G Hansen ið hevur verið besti leikari í Føroyum í ár. Niels gjørdi bart og vann 4-2
Í hinari hálvfinaluni vóru Kristian Joensen og Bjartur Olsen úr HDF, Bjartur er ein nyggjur spælari í dartheiminum, og Kristian hevur bart seg ígjøgnum darttitis ígjøgnum 6 ár, so her kundi væntast ein rættiliga spennandi dystur. Soleiðis bleiv tað eisini. Aftana at hava verið aftanfyri 1-0, 2-1 og 3-2 vann Kristian eina spennandi hálvfinalu 4-3
Góður stemningur var til finaluna ímillum Kristian og Niels. Tó so mátti Niels standa sum stór favorittur, tá hann baði hevði sligið Nr 1 og Nr 2 út á vegnum til finaluna. Men Kristian vildi ikki geva seg uttan harðan dyst og aftana javnleik 1-1 legði Kristian seg á odda 3-1. Við píli á double til 4-1 kiksaði Kristian og so lukkaði Niels við 138 og kom ordailiga inn í dystin og vann til endans 5-3
Í seinnu kappingini hjá monnum, sum er ein beinleiðis cup kapping, har eingin er seedaður, rendu Petur og Remy seg inn í hvønn annan í fyrsta dystinum. So longu tá reyk annar teirra, Petur ið ikki hevði ein av sínum bestu døgum, tapti og mátti til hús uttan heiðursmerkið hesuferð, og er tað fyrstu ferð í 10 kappingum at tað sker.
Remy spældi seg fram til 1/4 finaluna, men mátti av ein ella aðrari orsøk trekkja seg úr kappingini.
Finalan bleiv baði góð og spennandi, í henni stóðu Jan Erik Fjallstein úr VDF og Jan McIntosh úr HDF. Jan Eriklegði seg á odda beinan vegin og var frammanfyri allan dystin, til støðuna 4-3, tá trakkaði Jan ordiliga í karakter og vann 5-4, tað seinasta setti var serstakliga gott, har hann lukkaði við 14 pílum
Í B bólkinum kom finalan at verða ímillum Jón Johansen, sum yvirraskandi aftur hesuferð endaði í B bólkinum, og Jann í Giljum úr Stráluni. Jón gjørdi bart og vann 4-1. Nr 3 gjørdust veteranurin Henning Thomsen úr HDF og Allan við Rætt úr Tofta Dart
Hja kvinnum hevur Gunnbjørg Dam úr VDF verið einaráðandi í ár, í fyrru kappingini vann hon finaluna á dóttrini Joan Edvør Thomasen úr VDF og í seinnu vann hon á Anniku Joensen úr Team Sandoy. Gunnbjørg endaði langt fremst hjá kvinnum og verður hon eitt av umboðnum til stóru kappingina Winmau Open í Keflavík á páskum í ár. Tað at Gunnbjørg ferð aftana ferð vinnur, vísur at aldurin ikki hevur so nógv at siga í dart, hon er farin upp um tey 60 og er enn besti leikarin í landinum
Stóra FM brakið verður í Skopun 1 apríl og verður tað sent beinleiðis gjøgnum Youtube kanalina hjá Kringvarpinum, vónandi møta fleiri upp til spennandi dystirnar ið verða á flottari scenu, við callara (speakara) tónleiki og øllum, sum vit kenna tað úr útlendskum dart.
Stóru favorittarnir hjá monnum eru Remy G Hansen og Petur Thomsen, men aftana tvær tær seinastu kappingarnar, so kann alt henda. Hja kvinnum má Gunnbjørg Dam metast sum stór favorittur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald