Mentan

Nú er enn ein bók við Skakandi tilburðum komin

....

2015-10-14 13:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í alt eru 13 tilburðir í bókini.  Alt frá bjarging av ungfólki í bili á havsins botni til bragd framt í tyrlu undir bjarging.  Søgurnar eru úr Vágum, Suðuroynni, Norðoyggjum, Eysturoynni og Streymoynni.

Tvær søgur eru úr Sandavági, søgur frá Jónberg á Mýruni og Henning Due, ein úr Miðvági um Oben Poulsen og ein úr Sørvági um John Magnussen.

Lesið millum annað um manning, sum í heilar 27 tímar, í ringasta veðri  í bjargingarbáti róku í Norðsjónum. Um mann, sum framdi eitt satt bragd í tyrluni, tá teir skuldu bjarga neyðstøddum manni. Maður, sum í evstu løtu bjargaði smádreingi undan at drukna.  Familja, sum fekk skriðulop yvir húsini, har børn og kona vóru í størsta lívsvanda.

Bókin er 141 blaðsíður.  Við nógvum myndum og tekning av sjálvari hendingini, livir lesarin seg inn í søguna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder