2017-05-24 19:21

Tað var klokkan 18:53 í kvøld, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp var hent í Leynatunnilinum. Stórar bíðirøðir av bilum blivu beinavegin í báðumegin tunnilin. Tað var bara ein bilur í ferðsluóhappinum, og hann hevði koyrt inní síðuna í tunnilinum. Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði stóðs av ferðsluóhappinum, men bilurin fekk skaða.
Klokkan 20:00 var aftur koyrandi ígjøgnum tunnilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald