2013-09-26 18:15
Hóskvøldið 3. oktober verður tann fyrsti parturin í eini nýggjari røð av matsendingunum sendur í sjónvarpinum.
Saksun, Borðoy, Nólsoy, Elduvík, Sandoy og Koltur. Teir hava longu verið víða um í landinum og gjørt mat úr og í føroysku náttúruni - menninir handan sjónvarpssendingina »Spískamarið.«
Nú fara teir aftur á ferð. Arbeitt verður við seks nýggjum pørtum, har kokkurin, Gutti Winther, og manningin handan sendingina, fer at vísa tær sanna matgleði, sum er kjarnan í sendingunum.
18 oyggjar - 18 matsendingar
- Dreymurin hjá okkum er at gera 18 matsendingar, soleiðis at vit koma runt alt Føroyar og fara at gera mat í øllum teimum 18 oyggjunum, sigur framleiðarin, Pætur Marjunarson Dahl.
Kelda kvf.fo.
Les meira við at trýsta her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald