Mentan

Nú ber til at søkja inn á hægru útbúgvingarnar

...

2015-05-11 22:30 Author image
placeholder

Tíðindaskriv:

Nú ber til at søkja inn á hægru útbúgvingarnar, sum Føroya Handilsskúli bjóðar út í summar. Talan er um Akademiútbúgvingina, HD 1.part og diplomleiðaraútbúgvingina. Harafturat er nú eisini møguligt at søkja inn á yrkisakademisku útbúgvingina marknaðarførslubúskapur, sum er fulltíðar lestur í 2 ár.

Á akademiútbúgvingini, ber til at tekna seg til 7 ymiskar lærugreinir í summar, talan er um strategiskan leiðaraskap, marknaðarførslu og samráðing, hagfrøði, broytingarleiðsla og marknaður og mentanargreining, sum verða í Tórshavn. Hinar báðar eru ársfrásøgn og roknskapargreining og at enda leiðsla í verki, sum verða á Kambsdali.

Viðvíkjandi HD 1.parti, verður næsti flokkur tikin upp í 2016, men í ár ber til at tekna seg til hesar staklærugreinir: Samráðingarteknikkur, vinnulívsrættur, altjóða búskapur og leiðsla av toymum.

Á diplomútbúgvingini í leiðslu byrjar ein nýggjur flokkur í ár og lagt verður til brots við modul 1 og 2 í heyst, sum nevnast persónlig leiðsla.

At enda er eisini møguligt at søkja inn á útbúgvingina marknaðarførslubúskapur í summar, sum er fulltíðarlestur við lestrarstuðli í 2 ár. Lærugreinarnar á hesi útbúgving eru altjóða marknaðarførsla, búskapur, søla og marknaðarsamskifti, fyriskipan og leiðsla, og at enda vinnulívsrættur. Harafturat koma valfrí evni, starvsvenjing og endalig próvtøkuverkætlan.

Freistin at søkja er 1. Juli (10.august á Kambsdali) fyri allar útbúgvingarnar. Nærri kunning og umsóknarskjøl eru á heimasíðu Handilsskúlans, www.fh.fo . Til ber eisini at seta seg í samband við útbúgvingarleiðaran á [email protected] .

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder