2015-06-23 03:16
Tað skuldi umdystur til á Valloyruni í kvøld, tá 07 Vestur og NSÍ kempaðu um at vinna sær pláss í steypafinaluni í bólkinum D-18.
NSÍ legði væl fyri, teir komu uppá 2-0 áðrenn 10 minuttir vóru leiktir, eisini førdu teir 3-0, men hálvleiksstøðan gjørdist 4-3 til NSÍ.
Fyrst í seinna hálvleiki javnaði 07 Vestur til 4-4, men NSÍ svaraði aftur til 5-4, í 3. seinasta minutti javnaði 07 Vestur til 5-5, eitt sera flott mál av Høgna E. Nielsen.
Í umdystinum kom NSÍ uppá 6-5 tá ið 5 minuttir vóru leiktir, og í 6. minutti í seinna hálvleiki av umdystinum kom NSÍ uppá 7-5. NSÍ tók alla luftina úr 07 Vestur-leikarunum tá teir í 26. minutti av umdystinum skoraðu til 8-5.
NSÍ er nú í Steypafinaluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald