Í dag hevur fult umfar verið í EFFO-deildini. Tað komu 16 mál í teimum 5 dystunum ið vóru leiktir í dag.
Oddaliðið NSÍ tók móti KÍ. Tað var Hákun Edmundsson ið fekk einasta málið í fyrra hálvleiki, tá hann skoraði eftir 42. minuttir, og legði NSÍ á odda 1-0. Hónhard Frederiksberg økti um leiðsluna tá 69. minuttir vóru farnir, og bert 4. minuttir seinni settið Klæmint A. Olsen punktum fyri dystin, og skoraði til 3-0.
Við Margáir í Streymnesi tók botnliðið EB/Streymur móti TB, sum var uttan fyrsta málverjan hjá felagnum, og tí skil spældi útispælarin Patrik Johannesen í mál henda dystin, uppgávuna loysti hann sera væl og lat einki mál ígjøgnum. Tað var Eirikur Ellendersen ið fekk fyrsta málið fyri TB, tá hann eftir 14. minuttir skoraði til 0-1. Albert Adu økti til 0-2 eftir 63. minuttir, og Franck Able fekk seinasta málið í dystinum, og skoraði til endaligu støðuna 0-3 til TB.
Í Fuglafirði tók ÍF móti FC Suðuroy, og áskoðarnir fingu nógv mál fyri pengarnar. Tað var Clayton Nascimento ið fekk fyrsta málið í dystin, og legði ÍF á odda 1-0 eftir bert 5. minuttir. Jón Krosslá Poulsen javnaði tá 17. minuttir vóru farnir, og John Poulsen legði FC Suðuroy á odda 1-2 eftir 25. minuttir, sum eisini var hálvleiksstøðan. Adeshina Lawal javnaði fyri ÍF tá seinni hálvleikur var 12. minuttir gamal, men tað var Mamuka Toronjadze og FC Suðuroy, sum fóru avstað við øllum stiginum, tá hann skoraði eftir 70. minuttir til 2-3.
Í Gundadali var grannauppgerð millum B36 og AB. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men eftir 56. minuttir var tað Hans Pauli Samuelsen ið legði meistarnar á odda 1-0. Tá gott og væl 10. minuttir restaðu í var AB venjarin vístur av vøllinum. Leingi sá út til at B36 fór at fáa øll stigini, men langt inní yvirtíðina dømdi dómarin eitt heldur ivasamt brotsspark, og tað fekk øði í B36 spælarnar, har 4 av teimum fingu gult kort, eftir at dómarin dømdi brotssparki. Jógvan Nolsøe var settur at taka, og hann javnaði til 1-1, sum eisini gjørdis úrslitið av dystinum.
Ein annar dystur var eisini í Gundadali, tá HB og Víkingur møttust. Tað var Levi Hansen ið legði HB á odda eftir 40. minuttum, sum eisini var hálvleiksstøðan. Tá 60. minuttir vóru farnir, javnaði Finnur Justinussen fyri Víking til 1-1. Tað var Alex José Dos Santos ið var maðurin, sum fekk avgerðandi løtuna í dystinum, tá hann skoraði til 2-1 til HB tá 86. minuttir vóru farnir, tað gjørdis eisini úrslitið av dysitnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald