Ítróttur

NSÍ vann 6-1 á ÍF

...

2016-04-02 16:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein dystur hevur verið í EFFO-deildini í dag, hann var leiktur við Løkin í Runavík, har NSÍ tók móti ÍF.

Klæmint A. Olsen legði NSÍ á odda tá dysturin bara var nakrar fáðar minuttir gamal. Einar Tróndargjógv skoraði til 2-0 tá ið eitt korter var leikt av fyrra hálvleiki, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Clayton Nascimento minkaði um munin fyri ÍF eftir 59. minuttir, men bert tveir minuttir seinni økti Árni Frederiksberg um leiðsluna til 3-1. Klæmint A. Olsen fekk sítt seinna mál eftir 79. minuttir, og støðan var nú 4-1. Tveir minuttir seinni skoraði Petur Knudsen til 5-1, og tá ið 84. minuttir vórðu leiktir setti Jens Joensen punktum fyri NSÍ tá ið hann skoraði til 6-1.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder