Ítróttur

NSÍ vann 5-0 á MB - myndir

...

2015-05-03 01:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á MB-Arena tók MB í dag móti næstbesta liðnum hjá NS??. Tað sást beinavegin hvat av liðnum var betri.

Longu eftir 3. minuttir hevði Meinhard Olsen lagt NSÍ á odda 0-1. Bara 8. minuttir seinni skoraði Hans Marius Davidsen til 0-2, og tá var dysturin í veruleikanum avgjørdur. Tó kom MB til nakrar kjansir eftir tað, men teir vóru ikki nóg skarpir frammanfyri málinum. Tá 34. minuttir vóru leiktir, fekk NSÍ sítt triðja mál, og tað var Jóhan Gaardbo ið fekk tað málið, og tað var eisini hálvleiksstøðan.

MB kom betri við í seinna hálvleiki, men eftir at 74 minuttir vóru spældir fekk NSÍ eitt brotsspark, og tað var Meinhard Olsen, ið varð settur at taka tað, Meinhard skoraði til 0-4. Jann Benjaminsen setti punktum fyri dystin, tá hann skoraði til 0-5. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder