Ítróttur

NSÍ vann 5-0 á 07 Vestur

...

2017-02-05 20:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

NSÍ og 07 Vestur spældu í gjár ein venjingardyst í Runavík. NSÍ vann dystin 5-0 eftir hálvleikstøðuna 4-0. 

Byrjanaruppstillingin hjá 07 Vestur: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Petter Bjørlund, Torstein Mýlingstind; Janus S. Samuelsen, Asbjørn Heðinsson, Martin Tausen, Holgar Durhuus; Søren B. Nielsen, Ken Fagerberg.


Eyka (allir komu inn): Jákup S. Olsen, Tór-Ingar Akselsen, Jóannis á Steig, Dann Fróðason, Høgni E. Nielsen.

07 Vestur kom sera illa frá byrjan, og tað gjørdist ikki betri við at bæði Sølvi og Petter máttu av vøllinum áðrenn hálvur tími var farin. Hálvleiksstøðan, gjørdist sum sagt, 4-0.

Í seinna hálvleiki gekk meira javnt á, tó var tað NSÍ ið hevði meira spæl og vann dystin eisini 5-0.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder