Á Argjum var botnuppgerð tá AB tók móti EB/Streymi. Tað var Brian Olsen ið legði EB/Streym á odda, longu eftir 15. minuttir, hálvleiksstøðan var eisini 0-1 til EB/Streym. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Kristin Mouritsen til 1-1 fyri AB, men AB hevði ikki meira enn fingið armarnar niður aftur, so hevði Leif Niclasen aftur lagt EB/Streym á odda, tað komu ikki fleiri mál í dystinum, hatta var samstundis fyrsti sigurin hjá EB/Streymi í ár.
Í Klaksvík tók KÍ móti Víkingi. Bert eftir 5. minuttir hevði Finnur Justinussen lagt Víking á odda 0-1. Tá 23. minuttir vóru leiktir javnaði Jóannes Bjartalíð fyri KÍ, og Atli Danielsen legði KÍ á odda eftir 29. minuttir, sum eisini var hálvleiksstøðan. Tá 83. minuttir vóru leiktir, fekk KÍ brotsspark, sum Henry Heinesen skoraði uppá. Lítla løtu seinni fingu Mayowa Alli(KÍ) og Géza Túri (Víkingur) báðir reytt kort. Hanus Jacobsen fekk pynta um úrslitið fyri Víking, tá hann skoraði í yvirtíðini.
Við Stórá í Trongisvági tók TB móti HB. Tað var Fróði Benjaminsen ið legði HB á odda eftir 57. minuttir, men bert nakrar fáar minuttir seinni javnaði Albert Abu fyri TB. Dysturin endaði 1-1.
Í gjár vann B36 3-1 á FC Suðuroy. Fríggjardagin vann NSÍ 3-0 á ÍF.
Støðan í EFFO-deildini:
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | NSÍ | 10 | 8 | 0 | 2 | 28-14 | 24 |
2 | B36 | 10 | 6 | 3 | 1 | 22-11 | 21 |
3 | HB | 10 | 4 | 4 | 2 | 15-13 | 16 |
4 | Víkingur | 10 | 3 | 5 | 2 | 24-17 | 14 |
5 | KÍ | 10 | 4 | 2 | 4 | 17-16 | 14 |
6 | TB | 10 | 2 | 6 | 2 | 14-13 | 12 |
7 | ÍF | 10 | 2 | 5 | 3 | 16-18 | 11 |
8 | FC Suðuroy | 10 | 3 | 0 | 7 | 13-28 | 9 |
9 | AB | 10 | 0 | 6 | 4 | 9-14 | 6 |
10 | EB/Streymur | 10 | 1 | 3 | 6 | 10-24 | 6 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald