17.000 ferðandi flugu við Atlantic Airways í november í ár, og tað er 21 prosent
fleiri enn sama mánað í fjør. Higartil í ár er vøksturin 13 prosent í ferðafólkatalinum
tilsamans, sammett við januar-november 2014
November hilnaðist væl hjá Atlantic Airways. 17.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá flogfelagnum
í farna mánaði, og tað er ein vøkstur á 21 prosent, sammett við sama mánað í fjør.
Góða gongdin í ferðafólkatalinum hevur sostatt hildið á alt árið. Tíðarskeiðið januar til november
í ár flugu tilsamans 250.700 ferðafólk á rutunetinum hjá føroyska flogfelagnum, og tað er 13 prosent
meira enn fyrstu 11 mánaðirnar í fjør, tá ið 221.800 ferðandi flugu við Atlantic Airways.
Stundvísiðvið fráferðir -t.e. seinking minni enn 15 minuttir ??? var87prosentum av øllum fráferðum.
Tíðarskeiðiðfrájanuartilnovember2015varðflogið rættstundis í85prosentumav øllum fráferðum.Taðer
3prosentstigbetri, sammett við sama tíðarskeið í 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald