Politikkur

Notat um sølu av bygningum hjá landinum

...

2016-02-09 18:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Við ársenda 2014 seldi Landsverk vegna landsstýrið nøkur sethús hjá landinum. Ein løgujáttan at selja almennar bygningar kom í fíggjarlógina 2014, tí mett varð, at tørvur var ikki á bygningunum longur. Í fíggjarlógini 2015 er somuleiðis ein játtan at selja almennar bygningar, sum tørvur ikki er á, ella sum ikki eru nýtiligir longur.

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum eitt notat um søluna av bygningunum. Notatið kann lesast her.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder