Vinna

Nótaskipini: skattaprosentið verður 60

...

2015-11-25 02:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

60,1 prosent í skatti og avgjøldum av úrslitinum áðrenn skatt. Tað hevði verið støðan hjá nótaskipunum í 2014, um ásetingarnar um veiðigjald, sum landsstýrið ætlar at seta í verk í 2016, høvdu verið galdandi í 2014.

Hetta vísir ein greining, sum grannskoðaravirkið Januar hevur gjørt fyri Felagið Nótaskip. Landsstýrið ætlar at leggja uppskot fyri tingið, um at veiðigjaldi á norðhavssild næsta ár skal hækka 25 oyru upp í 75 oyru fyri kilo. Sum nakað nýtt skal eisini gjaldast veiðigjald á 20 oyru fyri kilo fyri svartkjaft, meðan veiðigjaldið á makreli verður óbroytt eina krónu fyri kilo.

Harumframt ætlar landsstýrissamgongan av sínum eintingum at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini millum reiðarafelagið og manningarfeløgini og við lóg at áseta, at manningin ikki longur skal gjalda sín part av tilfeingisgjaldinum. Verður hetta samtykt í løgtinginum, hækkar hýran hjá manningini 20%.

Greiningin hjá Januar vísir, at høvdu hesi gjøld og henda skipan verið galdandi í 2014, so høvdu nótaskipini goldið 55 mió. kr. meira í tilfeingisgjaldi og skattum, ella tilsamans slakar 173 mió. fyri árið.

Við hesum hevði skattur og tilfeingisgjøld verið 60,1% av avlopinum áðrenn skatt. Í 2010 var hetta talið 16,7 prosent. og tað er støðugt vaksið árini síðan.

Við einum skatta- og avgjaldstrýsti upp á meira enn 60 prosent av úrslitinum áðrenn skatt, og teimum ætlanum, sum landsstýrissamgongan annar hevur á fiskivinnuøkinum, verður ikki møguligt hjá reiðaríunum at endurnýggja skipini, ella at gera avleiddar íløgur. Harvið steðgar menninginav uppisjóvarvinnuni.

Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu skattur og tilfeingisgjøld støðugt eru vaksin tey seinastu árini í prosent av úrslitinum áðrenn skatt. 2014* eru gjøldini í 2016 og ásetingin um at manningin ikki skal gjalda sín part av tilfeingisgjaldinum innroknað í tølini fyri 2014.


2010

2011

2012

2013

2014

2014*

16,7%

21,2%

31,5%

35,0%

46,9%

60,1%

     Skattur og tilfeingisgjøld í prosent av úrslitinum áðrenn skatt


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder