Fyrst fingu nótaskipini loyvi at fiska makrel í ES sjógvi og síðani vórðu nýggj loyvi útskrivað, har gomlu loyvini ikki vórðu sett úr gildi. ??rslitið er, at skipini hava í løtuni loyvi at fiska meira, enn kvotan røkkur til - tað skrivar Norðlýsið.
Í samband við skrivingina í Norðlýsinum um loyvi at fiska makrel í ES-sjógvi, so ringdu vit umborð á Jupiter, sum er áveg á Tvøroyri at landa 900 tons av makreli, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi, og spurdu okkum fyri hesum viðvíkjandi.
Vit tosaðu við Emil Petersen, sum er skipari á Jupiter, hann váttaði, at teir nú hava tvey loyvi at fiska makrel í ES-sjógvi, tað fyrra loyvið er útskrivað 28.12.2016 (loyvi nr. 39447), tað gevur teimum loyvi at fiskað 3.164 tons, tað seinna loyvið er útskrivað 27.01.2017 (loyvi nr. 39559) tað gevur teimum loyvi at fiska 2.955 tons - einki verður sagt um, at fyrra loyvi verður tikið aftur.
Jupiter hevur higartil í ár fiskað 3.000 tons av makreli í ES-sjógvi - skiparin á Jupiter ætlar at fara aftur í ES-sjógv at fiska, tá ið liðugt er at landa á Tvøroyri, í hvussu so er ein túr sigur hann, so kanska vit goyma tað ið eftir er til at fiska í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald