2015-08-30 12:10
Hví fara tit ikki til fakliga sakkunnleikan og spyrja um góð ráð, heldur enn at handla í tekniskum máttloysi og harvið í polittiskum heimildarloysi?
Í naviteti heldur Jóhan Dahl, at hann hevur ognarrættin á vinnutólunum hjá interkommunala el-felagsskapinum SEV.
Hann heldur "Gud hlálpi mær" at tað ber til at ognartaka og yvirhanda partar av vinnutólum hjá SEV til favoriseraða navna hansara við "Røkt".
Ráðharrin við vinnumálum heldur, at stuldur í polittiskum samanhangi hevur fyrr borið til, ja hví ikki hetta?
Hann átti allarfyrst at tryggja sær fortreytirnar hesum viðvíkjandi, at tær ikki eru anarkistiskar, tí júst hesin framferðarháttur er í stríð við galdandi grundlóg.
Annar partur av ørvitissjónleikinum er júst byrjaður, nú óunnuliga fyribrygdið er kært til sjálvan løgmann. Hendan persónsfyrimynd Føroya Fólks, sum hevur skjalfast juridiskt prógv uppá fyriskipaða lygn á hægsta stigi.
Má siga at eg hugsi mítt, veit at fleiri eru við mær.
Kortini kundi eg hugsa mær, at hann hevði kunna taklað undarliga syndromið. Sum fyrrverðandi málverji við starvsvenjing á polittiska leikpalli okkara, hevði hann saktans klára at gjørt okkurt sjálvmál afturat.
Dystur hansara er at enda komin og gongur uppá yvirtíð. Tungt er at bera øll tey gulu og reyðu kortini, hann hevur gjørt seg seka í, út um handaru síðulinju.
Gott allíkavæl at hann ikki verður løgmaður komandi skeið.
Hjalmar Poulsen
Stykkið, 29/8-2015
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald