Varðin Pelagic skrivar á heimasíðuni:
Fiskaríblaðið Fiskaren hevði hesa áhugaverdu grein í blaðnum í fjár, sum vit hava umsett:
Í tíðarskeiðinum januar til mai 2016 stuðlaði norski staturin sjógætisvinnuni við einari milliard NOK, svarandi til 842 milliónir danskar krónur.
Hetta verður fíggjað gjögnum tað, sum fyrr kallaðist Statens Nærings- og Distriktsudviklingsfond, og sum í dag eitur Innovasjon Norge (nakað sum Framtaksgrunnurin).
Endamálið hjá Innovasjon Norge er at stuðla nýskapan í vinnulívinum, at menna útjarðaran og at menna kappingarför norsk felög í heila tikið. Innovasjon Norge leggur dent á norskt vinnulív og Norra sum ferðamannaland.
Í nýggjastu útgávuni av Fiskeribladet Fiskaren er ein greining av, hvussu nógv Innovasjon Norge hevur latið fiski- og alivinnuni í 2015, samanborðið við higartil í ár. Í 2015 lat Innovasjon Norge 1,5 milliard NOK í stuðli til sjógætisvinnuna, har tað mesta av peninginum fór til lutvísa fígging av endurnýggjan av flotanum og til kvotur. Tölini fyri tíðarskeiðið januar til mai 2016 vísa, at yvir ein milliard NOK er útgoldin til felög innanfyri fiskiskap, fiskiídna og aling.
Fiskaren tosaði við Inger Solberg frá Innovasjonn Norge, sum sigur: ???Tað eru góðar tíðir í sjógætisvinnuni, so tað er helst lættari at taka avgerðir, sum hava við ílögur at gera í dag. Eg haldi ökingin er stór, og gongdin fer at halda fram út á heysti???.
Almennu lángevarnir geva ikki betri treytir til felögini, enn bankarnir gera. Stuðulin liggur í tí, at staturin átekur sær ein stóran part av váðanum, sum förir við sær, at bankarnir eru meira villigir at veita lán. Nakrar ávísar verkætlanir trekkja miðalið upp, til dömis trolarareiðaríið Prestfjord og ognarfelagið Holmøy Maritime, sum fingu 225 milliónir, og Ocean Farming hjá Salmar fekk 210 milliónir NOK fyri at menna aling til havs.
Umhvörviskröv
Inger Solberg sigur at av tí, at staturin er vorðin ein alt störri íleggjari, so er tað eisini ein sjálvfylgja, at hann setur störri og störri kröv til felögini, og her hugsar hon serliga um umhvörviskröv: ???Tær verkætlanir, sum vit stuðla - við at staturin ber ein stóran part av váðanum - har vilja vit krevja at verjan av umhvörvinum greitt er við í verkætlanini.
Verkætlanir innan aling, sum verða raðfestar, eru: aling á landi, aling úti á havi, og loysnir til lúsatrupulleikan. Innan fiskivinnuna vera verkætlanir raðfestar sum minka um CO2 útlát, og verkætlanir, sum betra um góðskuna á ráfiskinum. Inger leggur afturat at, hetta er ein náttúrlig avleiðing av kjakinum í samfelagnum, at eisini fiskivinnan má gera sítt til at loysa umhvörvistrupulleikarnar, men sjálvandi týdningarmiklast er, at fiskivinnan forvinnur pengar.
Bygnaður
At skera búrtur av fiskiflotanum til stórri og færri skip fyri at tryggja betri lönsemi og minni dálking, er sambært Inger Solberg ikki nakað, sum staturin blandar seg uppí: ???Nei, ikki beinleiðis. Vit hava ongan ávísan málsetning um, hvussu bygnaðurin skal vera av flotanum. Vit veita eisini lán til smærri bátar. Vit ynskja, at flotin skal vera á eini stödd, soleiðis at hann svarar til tað tilfeingi, sum vit eiga; soleiðis, at reiðaríini klára at gera neyðugar ílögur í framtíðini.
Játtanir givnar til sjógætisvinnuna januar-mai 2016:
Finnmark - 103.137.500
Troms - 43.037.000
Nordland - 296.315.000
Trøndelag - 265.200.000
Møre og Romsdal - 152.610.781
Sogn og Fjordane - 59.181.500
Hordaland - 108.850.000
Rogaland - 25.831.500
Sørlandet - 8.725.000
??stlandet - 14.775.000
Totalt - 1.077.663.281
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald