2017-02-17 14:14
Norska skipið Havsnurp, sum hevur fiskað lodnu við Ísland, er áveg til Føroyar við 650 tonsum, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri.
Havsnurp verður á Tvøroyri fyrrapartin leygardagin.
Havsnurp er triða norska skipið, sum landar lodnu á Tvøroyri hesa vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald