Vinna

Norrøna verður á Havnini kl. 22.15

...

2014-12-22 02:04 Author image
placeholder

 Norrøna verður á Havnini kl. 22.15 í kvøld, tað eru einir 6 tímar áðrenn tíðina hon plagar at koma mánanátt.

Orsøkin er, at teir hava sett fartin upp, fyri at sigla undan óveðri.

JN.fo hevur tosað umborð fyri løtu síðan, tey siga, at tað eru uml. 750 ferðafólk við á hesum túrinum.

Norrøna verður nú liggjandi á Havnini øll jólini - 2. januar verður kós aftur sett móti Danmørk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder