Vinna

Norrøna krokar eystur úr Hetlandi

...

2015-01-10 22:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norrøna, sum fór av Havnini í gjáramorgunin kl. 10, krokar eystur úr Hetlandi, tað er óveður á leiðini sunnanfyri.

SmyrilLine skr: Vegna veður verður Norrøna í Hirtshals 11. januar kl. 15.00 og fráferð er kl. 19.00.

Eisini farmaskipini broyta ferðaætlan vegna veður:

 Brúðarfoss, sum skuldi av meginlandinum beinleiðis til Ísland, hevur nú lagt leiðina til Føroyar fyri at kroka.

Selfoss er staddur millum Orknoyggjarnar og Hetland, teir skulu beinleiðis til Ísland.

Dettifoss, sum var ávegis til Føroyar, er staddur suður úr Kristiansand, tað sær út til, at teir fara inn í Kristiansand at kroka.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder