2017-10-15 07:55
Norrøna ið fekk motortrupuleikar í gjár legði at bryggju í Hirtshals í midnátt danska tíð, hon skuldi annars leggja at bryggju fyrrapartin í gjár. VIð Norrønu til Danmarkar vóru 600-700 ferðafólk.
Um 4-tíðina danska tíð í nátt loysti Norrøna aftur frá bryggju í Hirtshals, og setti kósina móti Landskrona har hon skal í dokk. Har hon væntandi verður seinnapartin í dag.
Tey ferðafólkini ið skuldu við Norrønu til Føroyar, eru nú umborð á Norrønu, og skulu gista umborð á skipinum meðan tað er í dokk.
Siglt verður beinleiðis úr dokkini til Føroyar. Væntandi verður farið av dokkini aftur týsdagin. Nærri kunning um fráferðina úr Landskrona kemur skjótast til ber.
Í løtuni verður væntað at Norrøna er í Føroyum mikukvøldið ella hósmorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald