Í vikuni hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, luttikið á norðurlendskur ráðharrafundi um orku í Keypmannahavn.
Á fundinum í Keypmannahavn greiddi landsstýriskvinnan sínum norðurlendsku starvsbrøðrum frá um grøna orkupolitikkin hjá landsstýrinum, sum hevur til endamáls at gera Føroyar sjálvveitandi við varandi orku.
Í framløguni vísti Sirið m.a. á, at málið er, at helmingurin av øllum bústøðum verða hitaði við grønari orku um 10 ár og at vit við einum miðvísum orkupolitikki og teimum røttu átøkunum eisini kunnu minkað samlaðu oljunýtsluna í Føroyum niður í eina helvt komandi 10-20 árini.
- Eg eri av tí sannføring, at vit í Føroyum eru í serstøðu og eiga fantastiskar møguleikar, tí vit bókstavliga eru umgird av grønum orkukeldum; vindur, vatn, sjóvarfall, ja og ríkari sólorku serliga teir longu ljósu dagarnar á sumri, segði Sirið Stenberg í framløguni.
Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesasther
Í samband við fundin var sent út felags tíðindaskriv (á donskum), síher
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald