Politikkur

Norðuratlantiskur fiskimálaráðharrafundur hevur verið á Malta

...

2015-07-18 17:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Norðuratlantiskur fiskimálaráðharrafundur (NAFMC) hevur verið á Malta 16. og 17 juli.

Fyri 20. ferð hevur fundur verið millum fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi.

Hesaferð er tað ES við Karmenu Vella, nýggja Evropanevndarliminum í fiskivinnumálum, sum hevur verið vertur á Malta, ið er heimstaðurin hjá Karmenu Vella. Londini, ið luttóku vóru Føroyar, ES, Grønland Ísland, Kanada, Noreg og Russland.

Høvuðsevnið á fundinum var: ???Creating a dynamic Blue Economy in the North Atlantic???.

Luttakarar úr Føroyum vóru Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, Andras Kristiansen, deildarstjóri og Jákup Mørkøre, samskipari í Fiskivinnuroyndum.

Niðurstøðan á fundinum (Communiqué) kann lesasther.

Kelda: fisk.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder