JN

Norður Amerikanskur mási í Vestmanna

...

2018-02-15 21:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hesin Norður Amerikanski másin hevur seinastu dagarnar hildi til í Vestmanna, tað sum er sera spennandi við hesum másanum, útyvir at hann er úr Norður Amerika er, at hann ber brá av tí um okkara leiðir, sera sjáldsama másanum sum verður kallaður Thayers mási og sum eigur uppi í arktiska økinum í Kanada og er í vertarvist fram við vesturstrondini, norðaliga í Norður Amerika. Thayers mási er ikki staðfestur í Føroyum enn og er bert sæddur nakrar fáar ferðir í Europa.

Serfrøðin er ikki heilt samd, um Thayers mási er eitt sjálvstøðugt slag ella eitt undirslag av Lítlum Valmása sum eigur í Grønlandi og er í vetrarvist í norður Atlants økinum, hettar kemur av, at tað eru nógvir másar sum liggja ímillum Thayers mása og Lítlan Valmása í útsjónd, hesir verða av serfrøðini kallaðir Kumliens másar og eiga teir í økinum við Baffin Island til útnorðings Quebeck í Kanada og eru í vetrarvist fram við esturstrondini í Norður Amerika..

Summir serfrøðingar vilja verða við at Kumliens mási er ein blendingur millum Thayers mása og Lítlan valmása og summir meina at Lítil Valmási, Thayers mási og Kumliens mási er eitt og sama slag sum í útsjónt er sera fjøllbroytt.

Lítlir Valmásar og Kumliens másar síggjast við Føroyar hvønn vetur.

Myndir og orð: Rodmund á Kelduni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder