2018-05-10 11:00

Í óveðrinum í gjár kom hesin Norður Amerikanski grælingurin og setti seg skamt frá vegnum á Velbastað.
Talan er um ein Sjógræling, hettar er bert áttandu ferð at Sjógrælingur er sæddur í Føroyum, so hettar er ein av teim heilt sjáldsamu Norður Amerikansku ferða fuglunum.
Nógvir Norður Amerikanskir ferða fuglar eru sæddir í garnnalondunum seinastu dagarnar og einki er at ivast í, at fleiri sjáldsamir ferða fuglar eru runt um í landinum í løtuni.
Orð og mynd: Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald