2015-02-26 13:15
Á felags kirkjuráðsfundi í Norðoya vestara prestagjaldi í kvøld, hin 25. februar 2015, innstillaðu kirkjuráðini Marjun Lómaklett í kallið sum sóknarprestur.
Tað er landsstýrismaður, ið endaliga tekur støðu til innstillingina og setir komandi sóknarprestin í embætið.
??tlanin er, at prestur verður innsettur skjótast gjørligt. Í komandi viku verður avgjørt, nær dómprósturin skipar sóknarprestin í embætið.
Prestagjaldið fevnir um fimm kirkjusóknir: Mikladalur, Húsar, Kunoy, Árnafjørður og Klaksvík.
4 umsøkjarar vóru til embætið.
Kelda: Fólkakirkjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald