2017-03-23 10:30
Norðingur fór á midnátt týskvøldið at sigla heim av svartkjaftafeltinum vestur úr Írlandi, teir hava hendan túrin roynt í ES-sjógvi einar 150 fj. vestur úr Írlandi.
Norðingur hevur fulla last - uml. 1.900 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir høvdu gott veður og roknaðu tá við, at teir koma á Fuglafjørð beint eftir midnátt í kvøld.
Teir søgdu eisini, at svartkjafturin var góður, sum teir fiskaðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald