2016-03-10 18:12
Norðingur, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu vestur úr Írlandi, fór í gjár at sigla til Føroyar við fullari last av svartkjafti - uml. 2.000 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði seint fríggjakvøldið.
Vit tosaðu umborð á Norðing fyrr í dag, veðrið var gott á leiðini - eitt lot undan, teir søgdu at tað var góður svartkjaftur teir fingu góðar 200 fj. vestur úr Írlandi.
Har vóru nøkur norsk, nøkur russisk og so trý føroysk skip, Næraberg, Jupiter og Norðingur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald