2017-02-03 15:02
Norðingur, sum hevur roynt eftir svartkjafti sunnanfyri, fer til Íslands at landa, teir skulu landa á Fáskrúðsfirði og rokna við, at verða har seinnapartin í morgin.
Norðingur hevur 1.900 tons.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu frá hampuliga góðum fiskiskapi teir seinastu dagarnar, umframt tey føroysku skipini, so vóru tvey russisk skip á fletinum sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald