2016-04-17 21:40
Norðingur fór í kvøld at sigla inn av svartkjaftafeltinum sunnanfyri, teir hava 1.900 tons inni.
Norðingur fer á Klaksvík, har teir verða seint í nátt, har koma teir at liggja til týsdagin, tá sleppa teir framat at landa hjá Havsbrún, Í løtuni landar Tróndur í Gøtu til Havsbrún.
Nógv skip eru sunnanfyri, fiskiskapurin er góður og støddin á svartkjaftinum er eisini góð - liggur millum 150 og 160 gramm.
Fagraberg, sum hevur landað 3.000 tons í Måløy loysti aftur í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald