2016-10-14 08:43
Norðingur fór í nátt at sigla inn av sildafeltinum norðanfyri, teir hava 1.100 tons av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Norðingur fer á Klaksvík fyrst, tí teir sleppa ikki framat í Kollafirði fyrrenn seint í kvøld, í løtuni landar Finnur Fríði 1.000 tons av makreli í Kollafirði.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Norðing fyri løtu síðan, teir siga at tað er stór og góð sild, teir hava fingið.
Virðið á lastini liggur um kr. 7,5 milliónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald