2017-03-07 14:39
Norðingur siglir heim fullfermdur av svartkjafti, teir verða á Fuglafirði á middegi í morgin, teir landa til Havsbrún.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, veðrið er gott á leiðini sunnanfyri.
Norðingur hevur roynt í altjóða sjógvi góðar 200 fj. vestur úr Írlandi, har plagar fiskiskapurin at halda sær til uml. 10. apríl, tá fiskurin fer innum markið at gýta.
Av Norðingi verður sagt, at nógv skip eru á leiðini, har eru skip allastaðni frá, tó eru tey íslendsku ikki komin har enn, tí tey fiska lodnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald