2017-10-17 19:34
Norðingur kom á Oyrareingir í morgun og Tummas T. er komin í kvøld, teir bíða eftir landingartørni hjá Faroe Pelagic.
Í løtuni landar Borgarin, hann verður liðugur hvørja løtu, so skal Norðingur framat, teir hava 800 tons av sild, tá ið Norðingur er liðugur, so eigur Tummas T. tørn, teir hava 1.000 tons, men hjá Tummas T. skulu 200 tons til Vestmanna Seafood.
Summi av skipunum royna tætt norðanfyri føroyska markið og summi í føroyskum sjógvi á 64N.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald