2016-03-17 17:40
Norðingur kom á Fuglafjørð í dag við 700 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, Norðingur hevur roynt í føroyskum sjógvi, fiskiskapurin minkaði tí valdu teir at koma inn at landa.
Í løtuni eru bara Høgaberg og íslendska skipið Hoffell á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, teir royna báðir sunnast í føroyska økinum.
Tá ið farið verður nýggjan túr, tá fara teir í altjóða sjógv at royna - har skipini hava roynt vestur úr Írlandi.
Christian í Grótinum er áveg á leiðina vestur úr Írlandi, teir eru komnir vestur úr Hebridinum.
Tróndur í Gøtu, sum hevur landað í Norra, er á Fuglafirði, har teir gera klárt at fara nýggjan túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald