2016-06-13 19:09
Norðingur er áveg til Íslands við fullari last av svartkjafti - útvið 2.000 tons, sum teir skulu landa á Fáskrúðsfirði, teir verða á Fáskrúðsfirði tíðliga í morgin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir hava roynt eystanfyri, eystur ímóti norska markinum.
Kvotan er nú liðug fiskað, so Norðingur fer á sildafiskiskap, tá ið teir fara nýggjan túr.
Veðrið vestanfyri Føroyar var avbera gott í kvøld, tá ið vit tosaðu umborð.
Av Norðingi varð sagt, at Havsbrún ikki tekur ímóti fiski teir komandi 10 dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald