2016-05-05 08:27
Norðingur kom í Ánirnar í nátt fullfermdur av svartkjafti, teir hava 2.000 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún.
Nógv skip eru á Fuglafirði, so Norðingur sleppir ikki framat fyrrenn seint í morgin ella møguliga leygarmorgunin, teir verða liggjandi í Ánunum til teir eiga landingartørn í Fuglafirði.
Tey flestu føroysku svartkjaftaskipini eru um at verð liðug við svartkjaftakvotuna, nú eru flest íslendsk skip á feltinum, nøkur russisk og nøkur føroysk.
Svartkjafturin, sum hevur staðið sunnast í føroyskum sjógvi, gongur nú nokk so skjótt upp við hetlendska markinum, men er enn í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald