2017-09-04 07:28
Norðingur kom á Kollafjørð kl. 6 í morgun við 360 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað norður ímóti altjóða markinum.
Teir skulu landa til Faroe Pelagic, men í løtuni landar Hoyvík, Norðingur sleppir framat, tá ið liðugt er at landa Hoyvík.
Tað eru fleiri skip norðast í føroyskum sjógvi og eisini norðanfyri markið, m.a. eru Fram, Christian í Grótinum og Jupiter í altjóða sjógvi, annars eru fleiri íslendsk og russusk skip á leiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald