2016-12-18 13:59
Norðingur kom á Fuglafjørð um 9-tíðina í morgun við 1.600 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Norðingur hevur roynt í ein eystan og í ein landnyðring úr Fugloynni, fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Í løtuni er bara eitt føroyskt skip, sum roynir eftir svartkjafti, tað er Fagraberg, sum roynir sunnast í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald