2016-02-10 19:44
Norðingur kemur inn av fyrsta túri - Norðingur er fullfermdur av svartkjafti, teir meta, at veiðan liggur um 1.850 tons.
Norðingur verður á Fuglafirði um 18-tíðina í kvøld, teir sleppa framat at landa á midnátt, í løtuni landar Høgaberg til Havsbrún.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Norðing fyri løtu síðan, tá rundaðu teir Høvdan og komu í Skopunarfjørð, skiparin Lion Petersen segði, at teir vóru stak væl nøgdir við nýggja skipið, 3 mans frá felagnum Ruth - allir føroyingar - hava verið við hendan túrin, fyra at seta manningina ínn í hvussu tað ymiska virkar.
Skiparin segði eisini, at meginparturin av veiðuni var stórur og góður svartkjaftur.
Manningin telur 10 mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald