2016-09-27 17:29
Norðingur, sum hevur partrolað við Ran, norðanfyri, er farin at sigla inn við fullari last av makreli - uml. 1.500 tons. Norðingur skal landa makrelin til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir verða á Kollafirði kl. 5 í nátt.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, tað er fínasta veður norðanfyri. Tað er eisini góður makrelur skipini fáa - støddin liggur um 410 gramm.
Tá ið liðugt er at landa í Kollafirði, fara Norðingur og Ran nýggjan túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald