2016-07-01 09:15
Norðingur kemur á Kollafjørð um middagin við 800 tons av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Norðingur hevur roynt eystur úr Fugloynni.
Norðingur hevur nú gjørt tríggjar sildatúrar, sum hava ligið um 8-900 tons hvør, teir hava kvotu til ein túr afturat.
Norðingur fer nýggjan túr leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald