Vinna

Norðingur kemur á Kollafjørð við 1.100 tonsum av makreli

...

2019-09-19 08:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðingur, sum hevur roynt eftir makreli í norskum sjógvi, fór í gjárkvøldið at sigla inn við 1.100 tonsum.

Teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir rokna við, at koma á Kollafjørð um 4-tíðina seinnapartin.

Vit tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir søgdu at støddin var góð, knapt 500 gramm í snitt.

Tað var gott veður á leiðini har teir vóru staddir, eisini roknaðu teir við at veðrið bleiv gott allan vegin heim.

Í løtuni er tað bara Borgarin av teimum føroysku skipunum, sum er staddur á makrelfeltinum í norska sjógvinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder