Vinna

Norðingur kemur á Kollafjørð í nátt

...

2019-12-10 16:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðingur, sum hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi góðar 400 fj. norður úr Føroyum, siglir heim, teir verða á Kollafirði í nátt og byrja at landa beinanvegin teir koma á Kollafjørð, Norðingur hevur útvið 500 tons av sild.

Veðrið var gott á feltinum, men í nátt komu teir í ruskveður og minkaðu ferðina á skipinum, í kvøld er veðrið batnað somikið, at teir hava sett ferðina upp aftur, tí rokna teir við, at koma á Kollafjørð í nátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder