2019-09-24 15:06

Norðingur, sum hevur verið í íslendskum sjógvi, har teir hava fiskað sild, kemur á Kollafjørð kl. 3 í nátt við 800 tonsum av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, tað er góð sild teir koma við.
Teir rokna við, at tað tekur eitt døgn at landa. Tá ið liðugt er, fer Norðingur beint norður aftur á fildafelti.
Teir søgdu, tá ið vit tosaðu við teir fyri løtu síðan, at sildin gekk skjótt eystureftir, so helst verður hon í føroyskum sjógvi seinnapartin av vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald