2016-10-23 09:39
Norðingur fór at sigla inn í gjárkvøldið við 1.300 tonsum av sild, sum teir landa til Faroe Pelagos í Kollafirði, Norðingur verður á Kollafiri kl. 13 í dag.
Teir hava roynt norðast í føroyskum sjógvi, har øll tey føroysku skipini royna í løtuni.
Norðingur fer aftur á sildaveiðu, tá í liðugt er at landa, tað verður seinasti sildatúrurin í ár.
Norðingur hevur higartil í ár gjørt 41 túrar - svartkjaft, makrel og sild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald