2018-03-06 11:15

Norðingur kemur á Fuglafjørð um middagin í morgin við 1.850 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.
Norðingur hevur roynnt í altjóða sjógvi góðar 200 fjórðingar vestur úr Írlandi.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir høvdu einki serligt veður og tí gekk tað spakuliga norðureftir, eisini varð sagt, at veðrið hevði verið ófantaliigt allan túrin.
Teir sleppa at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald