2017-01-15 18:24
Norðingur kom á makrelfeltið seint í gjárskvøldið, og fóru at sigla inn tíðliga í morgun. Norðingur hevur henda túrin roynt vestan fyri Hetland, og hava teir fingið góð 1000 tons av makreli umborð. Miðalvektin á makrelinum liggur um 350 gramm verður sagt við jn.fo, tá ið vit tosaðu umborð fyri løtu síðani.
Norðingur landar henda túrin til Faroe Pelagic í Kollafirði, og verða teir inni í midnátt. Ruth landar í løtuni til Faroe Pelagic, so teir vistu ikki ordiliga nær teir sluppu framat at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald