2017-06-27 20:06
Norðingur landaði um vikuskiftið 1.600 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Seinnapartin í dag loystu teir úr Ánunum, teir fara á sildaveiðu norðanfyri, Norðingur hevur sett kós í ein landnyðring.
Norðast í føroyskum sjógvi eru Jupiter, Borgarin, okkurt russiskt og okkurt íslenskt skip og norðanfyri markið í altjóða sjógvi eru nógv skip stødd í løtuni. Vit hava ikki frætt um hvussu gongst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald